Húsabjálving

Royndin veruliga roynd

Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum eigur bjargingarbátin Royndina, var ein veruligan royndartúr við bátinum í dag.

Teir høvdu gjørt avtalu við trolaran Steintór at koma eftir einum manni, sum hevði verið við og gjørt eitt arbeiði umborð.

Teir fóru úr Hvalba nakað eftir at teir høvdu siglt rakstrarmenn út í Lítlu Dímun í morgun.

Kósin var nú sett ímóti Suðuroyarbanka har Steintór og Niels Pauli trolaðu.

Túrurin tók uml. 3 tímar úti, uml. 62 fj. tað var eitt sindur ókyrt at sigla út, so full ferð var ikki á motorunum.

Komnir út fingu teir avgreitt ørindi og so varð kósin aftur sett ímóti Suðuroynni ella rættari Lítlu Dímun, tí tað vísti seg at tá teir komu inn ímóti Lítlu Dímun, vóru Hvalbingar við at vera lidnir at reka og royta. Bíða var tí við oynna so Royndin kundi taka sín part av rakstrarfólkunum við inn.

Claus Olsen sigur at túrurin eydnaðist sera væl, nú var veðrið so avbera gott í dag, so gott var at sigla. Men hetta er heilt avgjørt eisini nakað, sum nýggi báturin kann brúkast til.

Tíðindamyndin er av skip.fo og myndirnar niðanfyri hevur Jóannes Jespersen tikið á túrinum.

 

Á veg inneftir kom ferðin uppum 30 sm

Góðir 62 fj út til Steintór

Facebook viðmerking