Múrarafelagið Knáur

Páls Høll klár til NMU 2017

Í vikuskiftinum verður Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung í Páls Høll.


Vágur fær sostatt í vikuskiftinum innrás av svimjarum, venjarum og liðleiðarum úr Íslandi, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Estlandi. Íroknað føroysku svimjarunum og øllum hjálparfólkunum fara eini 170-180 fólk at leggja lunnar undir fyrstu Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung á langgeil í Føroyum.

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er í trimum pørtum, tann fyrsti leygarmorgun, annar partur seinnapartin leygardagin og triði partur sunnudagin.

Páls Høll verður í vikuskiftinum karmur um fyrstu altjóða svimjistevnuna á langgeil í Føroyum. Og til hetta søguliga vikuskiftið er Páls Høll og kringumstøðurnar sjálvandi gjørdar klárar. Í dag hevur EM Asfalt asfalterað parkeringsøkið, sum nú er klárt at taka ímóti nógvu gestunum, sum koma til Vágs og í Páls Høll komandi vikuskifti.

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er ein almenn norðurlendsk kapping. Føroyar vann til Oyggjaleikir í farnu viku Fair-play prísin, m.a. tí áskoðarar vóru so raskir at heppa. Í vikuskiftinum er so aftur høvi at vísa hvussu góð viðhaldsfólk er kring ítróttatiltøk í Føroyum, tá NMU 2017 er í Páls Høll.

 

Kelda: www.vagur.fo

Facebook viðmerking