Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Stór Norðurlendsk svimjikapping í Páls Høll í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum verður Norðurlendska Meistarakappingin fyri Ung í Páls Høll.

Tilsamans koma umleið 120 svimjarar, venjarar og liðleiðarar til Vágs í vikuskiftinum, har ung í 14 til 16 ára aldri fara at kappast í Norðurlendsku Meistarakappingini fyri Ung, nevnd NMU 2017.

Luttakarar úr Íslandi, Danmark, Svøríki, Finlandi, Estlandi og Føroyum fara at kappast til NMU 2017.

Hetta er fyrstu ferð NMU er í Føroyum, og er tað av teirri einføldu orsøk, at NMU er kapping á langgeil, og tað hevur tí ikki borið til at havt kappingina fyrr enn Páls Høll og fyrsti 50 m. hylur í Føroyum sá dagsins ljós á heysti 2015.

Kappingin verður skipað í trimum pørtum. Tveir partar eru leygardagin – ein fyrrapartin og ein seinnapartin – og ein partur er sunnudagin (neyvari skrá verður løgd út her á Suðuroyarportalinum seinni í dag).

NMU 2017 er sjálvsagt almenn, tað vil siga, at áskoðarar eru vælkomnir í Páls Høll leygardagin og sunnudagin.

Facebook viðmerking