Húsabjálving

KVF ongan áhuga í Norðurlendsku Meistarastevnuni í Páls Høll

Tað er ikki á hvørjum ári at Norðurlendsk Meistarastevnur í svimjing eru í Føroyum. Í vikuskiftinum er tó fyri fyrstu ferð Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung í Føroyum, í Páls Høll, tí NMU er ein kapping á langgeil.

Í mun til ymiskar aðrar norðurlendskar ella altjóða kappingar í Føroyum, so fer almenna føroyska Kringvarpi, KVF, ikki at senda frá NMU 2017 í Páls Høll í Vági.

Í Suðuroynni standa fólk spyrjandi, men KVF hevur uttan iva sínar orsøkir til hesa avgerð.

Í Vági harmast tey sjálvsagt støðuna hjá KVF, tí gingið hevur verið útfrá, at tað var ein sjálvfylgja, at almenna KVF dekkaði eina stóra norðurlendska kapping í Føroyum.

Men ásannandi, at KVF ongan áhuga hevur havt í at senda beinleiðis ella stroyma frá NMU 2017, hevur verið neyðugt at finna aðra loysn, tí sum verða man hevur svimjing og ikki minst norðurlendskar svimjikappingar stóran áhuga bæði í Føroyum og hinum Norðurlondunum.

Við óalmindiliga góðum stuðli frá privatari fyritøku fer Páls Høll sjálv at stíla fyri beinleiðis stroyming frá NMU 2017, sum verður í Páls Høll komandi vikuskifti.

Meiri verður at frætta um hvar stroymingin frá NMU 2017 verður at finna, men her á Suðuroyarportalinum verður sjálvsagt ein leinkja til stroymingina.

 

 

 

Facebook viðmerking