Múrarafelagið Knáur

Móttøka fyri Sáru og Róland

Í kvøld var í Páls Høll móttøka fyri Sáru R. Nysted og Róland Toftum, sum á Oyggjaleikum í farnu viku vunnu 7 medaljur hvør.

Marlon Kjærbo, formaður í Susvim bjóðaði vælkomin og heiðraði eisini teimum báðum svimjarunum við gávu frá Susvim. Marlon segði eisini, at tað hevði stóran fyri yngru svimjararnir at hava fyrimyndir sum Sáru og Róland.

Jón Bjarnason segði seg verða nøgdan við avrikið til Oyggjaleikir, sum tó kundi verið betri hjá Róland, um hann ikki lá sjúkur í 1 viku áðrenn Oyggjaleikir.

Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu, bar eisini teimum báðum heilsu og gav teimum blómur og gávu frâ Vágs kommunu.

Facebook viðmerking