Húsabjálving

Fýra svimjarar frá Susvim til NMU

Tá Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður í Páls Høll í vikuskiftinum, verður tað við luttøku av fýra svimjarum úr Susvim.

Tey fýra eru Hugin Næs Lave, Brynhild Johannesen, Rani Jacobsen, og Alisa Vestergaard verða sostatt á heimavølli til NMU.

Tilber at fylgja teimum fýra í Páls Høll leygardagin og sunnudagin. Tvey umfør eru leygardagin og eitt umfar sunnudagin.

Meiri verður at frætta um skránna til NMU seinni.

Facebook viðmerking