Húsabjálving

Gera klárt til NMU 2017 í Páls Høll

Í Páls Høll verður gjørt klárt til fyrstu altjóða svimjustevnuna í Páls Høll, Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er í Føroyum tí stevnan er á langgeil.

Sjálvboðin kring Suðuroyar Svimjifelag og sjálvboðin annars hava seinastu dagarnir arbeitt við at gera klárt til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung. 

Stólar eru settir upp til áskoðarar. Økið til svimjiliðini er gjørt klárt. Ljóðmenn arbeiða við at seta upp ljóðútgerð og so framvegis.

Seinnapartin í dag verður stórt telt sett upp við inngongdina til Páls Høll, har fólk fáa høvið at keypa sær ein kaffimunn, ábit ella okkurt svalandi, meðan NMU er í Páls Høll.

 

 

Facebook viðmerking