Húsabjálving

Fyrstu ungdómslandsliðini hava vant í Páls Høll

Fyrstu ungdómslandsliðini eru longu komin til Vágs í samband við Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung, sum verður í Páls Høll í vikuskiftinum.

Danska ungdómslandsliðið í svimjing kom til Vágs seinnapartin tórsdagin og tey hava vant í Páls Høll bæði í gjárkvøldið og í morgun.

Jón Bjarnason, venjari hjá føroyska ungdómslandsliðnum og Susvim, sigur, at donsku venjararnir lata sera væl at umstøðunum og svimjararnir eru framúr væl nøgdir við hylin og umstøðurnar kring hylin. -Tey gleða seg til at stevnan byrjar leygardagin og at tey sleppa at kappast ímóti hinum Norðurlondunum, sigur Jón Bjarnason.

Jón greiður frá, at ein av donsku venjarunum er Erik Pallesen, sum var venjari hjá Fuglafjarðar Svimjifelag einaferð í 1980árunum.

 

Facebook viðmerking