Húsabjálving

Esbern Snare á Tvøroyri

Meðan mentunarnáttin hevur ymiskt at bjóða uppá, og væl av fólki er í miðbýnum,  valdi danska verjuskipið Esbern Snare, ið var ávegis til Danmarkar eftir NATO venjing í Íslandi at koma inn á fjørðin og heilsa uppá sínar starvsfelagar umborð á Hvidbjørnen. Hvidbjørnen liggur við bryggju og hevur luttikið í mentunarnáttini við at hava opið skip. 

Esbern Snare er bygdur  í Absalon klassanum og hevur luttikið m.a. í verjuni móti sjórænarum út fyri Somalia.

Meiri kann lesast um Esbern Snare her

Facebook viðmerking