Húsabjálving

Ein væleydnað mentanarnátt

Mentanartiltakið á Tvøroyri er farið afturvið á hesum sinni. Tiltøkini, sum handilslív og kommuna saman við privatum eru felags um, eydnaðust væl, ikki minst tí smáu terradroparnir kláraðu ikki at reka fólk til hús.

Danska sjóverjan, ið spakuliga hevur uppbygt sínar siðvenjur kring tunnuslátturin og luttøkuni í minnishaldinum 1. novembur luttók eisini í tiltakinum.

Á mentunarnáttini vístu teir skipið fram fyri almenninginum og settu dám á felagssangin í miðbýnum. Hetta seinasta kommunala tiltakið á  kvøldinum endaði dagin við gomlum vælkendum føroyskum veitslusangum saman við eisini vælkendum donskum tónum. 

Siðvenjur eru við til at flyta góðar upplivingar og avrik yvir á nútíðar pall og halda tær livandi har.  Eisini hesu ferð eydnaðist tað.

 

 

Facebook viðmerking