Múrarafelagið Knáur

NMU ER SETT

Fyri løtu síðani setti Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Páls Høll.

Fyri løtu síðani setti Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Páls Høll.

 

Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, beyð vælkomin. Síðani varð orðið latið borgarstjóranum, sum greiddi frá um søguna handan Páls Høll. Hann greiddi frá, at Vágur við hesi høll kundi bjóða øllum heiminum til Vágs.

At enda ynskti hann øllum luttakarunum góða eydnu og lýsti NMU at vera setta.

 

Beint eftir hetta byrjaði fyrsta kapping, sum er 800 m frí hjá kvinnum, har føroyska Eyðrið Mortensen luttók.

Facebook viðmerking