Málið um Fámjinstunnilin nýggja vend

Seinastu vikurnar hevur málið um Fámjinstunnilin verið eitt heitt evnið á politiska viðvøllinum. -Og júst hetta mál hevur nú ført við sær, at Henrik Old, landsstýrismaður hevur Løgmann um at loysa seg úr starvi.

Málið byrjaði annars fyri góðum ári síðani, tá Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, fekk á Fíggjarlógina fyri 2018 upphædd til eitt tunnilstoymið, sum kundi bora tunlar til smærri bygdirnar kring landið. Nevndar vóru bygdir sum Fámjin, Dalur og Tjørnuvík og aðrar við.

Fram til 3. viðgerð av Fíggjarlógini lá tað í hondunum hjá landsstýrismanninum at gera av, hvussu raðfest varð og hvør tunnil skuldi borast fyrst. Men stutt áðrenn 3. viðgerð av Fíggjarlógini fyri 2018 í Løgtinginum í døgunum áðrenn jól, kom áseting frá Fíggjarnevndini í Fíggjarlógina, um at Dalur skuldi borast fyrst, síðani tunnilin til Fámjins.

Henrik Old hevur í fleiri umførum víst á, at hann ikki tók undir við hesum og metti hetta verða eitt ynski heldur enn eitt beinleiðis krav. Henrik Old hevur eisini í fleiri umførum víst á fyrimunirnar við at gera Fámjinstunnilin fyrst, bæði at tunnilin er stuttur, smiðja hjá Landsverk er í grannalagnum og so framvegis. 

Sum kunnugt kom Løgmaður fyri tveimum vikum síðani uppí málið og gav boð um, at Dals-tunnilin skuldi borast áðrenn Fámjins-tunnulin. Sum skilst hevur Henrik Old síðani roynt at fáa løgmann og samgonguna at stuðla ætlanini um at Fámjins-tunnulin skuldi borast fyrst, men hetta uttan úrslit.

Í dag er so nýggj vend komin í málið, tí Henrik Old hevur biðið Løgmann loysa seg úr embætinum sum landsstýrismaður í Samferðslumálum.

Facebook viðmerkingar