Húsabjálving

NMU liðug

Norðurlendska meistarastevnan fyri ung, sum hevur verið í Páls Høll um vikuskiftið, er nú liðug.

 

Stóri vinnarin av kappingini gjørdist Danmark, ið vann 25 av 32 kappingum. Sára Nysted úr SuSvim, sum vann 5 gull og 1 silvur, tá kappingin varð hildin í Jønkøping í 2015, handaði seinastu heiðursmerkini í dag.

 

Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, endaði stevnuna við at takka luttakarum og fyriskiparum, serliga Anitu Nysted, ið hevur verið høvuðssamskipari, fyri eitt væleydnað tiltak. Eftir hetta var skipað fyri grillveitslu fyri luttakarum og fyriskiparum. Finska liðið fór norður við Smyrli í kvøld. Hini liðini fara í morgin.

Beinleiðis stroymingin, ið RACLIP tók sær av, og sum varð stuðlað av Bakkafrosti, eydnaðist væl. Har var møguligt at fylgja við, nú Kringvarpið valdi einki at senda frá kappingini. Frásøgumaður var Jón Bjarnason, sum vælupplagdur og á enskum leiddi hyggjararnar gjøgnum allar kappingarnar, og eftir hvørja kapping tosaði við vinnararnar.

 

Facebook viðmerking