Húsabjálving

VB til Dronninglund Cup 

Mánakvøldið var byrjunarhátíðarhald á Dronninglund Cup, sum byrjar týsdagin.

Stórt ferðalið úr Vági er komið til Dronninglund at kappast. Tilsamans 50 leikarar og 9 venjarar og leiðarar.

Dronninglund Cup hevur 40 ár á baki og er vorðin ein stór hondbóltskapping. Fleiri enn 200 lið úr 11 londum, bæði í Evropa, Suðuramerika og Asian spæla hondbólt í Dronninglund komandi 5 dagarnir, tá fleiri enn 1.000 dystir verða spældir.

Mánakvøldið var byrjunarhátíðarhald við stórum DJ-showi.

Facebook viðmerking