Múrarafelagið Knáur

Írskur tónleikur hjá Jugga í kvøld

Í morgun kom ein bátur við seks írum inn á Vág við motorskaða. Teir hava silgt úr Írlandi og eru nú á veg til Íslands. Túrurin hevur til endamáls at samla inn pening til “Good2Talk” í Westmeath í Írlandi, sum bjóðar viðgerð til fólk við sálarsjúku.
Umframt at sigla, so eru teir eisini tónleikarar, og í kvøld spæla teir hjá Jugga í Vági frá kl. 21 til 24.
Tað er ókeypis og øll eru vælkomin!

Lesið meira um ferðina á facebook síðuni “Ireland to Iceland 2017”.

Myndin av bátinum við kei í Vági er av facebook-síðuni hjá teimum

 

Facebook viðmerking