Húsabjálving

Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum fullteknað

His.fo: Áhugin fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy er vaksin avbera nógv frá tí skúlin byrjaði á sumri 2016, tí nú er heystskeiðið fullteknað við 36 næmingum.

Heystskeiðið er sostatt fullteknað og tíverri hava vit verið noydd at boða fleiri umsøkjarum frá, at tað ikki eru fleiri pláss á heystskeiðnum 2017.

Talan er um ung úr bæði Føroyum og Danmark, sum í tíðarskeiðnum frá 14. august til fyrru helvt av desember fara at ganga á Ítróttaháskúla í Suðuroy.

Næmingarnir hava valt ímillum tær fýra breytirnar, sum verða bodnar út á Ítróttaháskúlanum: Adventure, hondbóltur, fótbóltur og svimjing. -Og verða hesar breytir partur av undirvísingini í heyst, umframt at undirvíst verður í fysiologi, anatomi, kostlæru og føroyskum og enskum.

Facebook viðmerking