Húsabjálving

Lastbilførari til kranabil

Vegna økt virksemi søkja vit eftir førara til kranabil hjá Sp/f Stoyp.

Umsøkjarar skulu, umframt koyrikort til lastbil, hava kranacertifikat til krana yvir 25 tons.
Umframt arbeiði sum kranaførari kann roknast við, at tú partvís kemur at arbeiða við forskalling og betongarbeiði.

Vit rokna við, at tú ert raskur, røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi.
Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.

Lønin verður avtalað millum partarnar.

Tann íð settur verður skal helst kunna byrja 14. august 2017, ella kjótast gjørligt eftir tað tíðspunkti.

Umsókn kann sendast til:

Sp/f Búsetur
Varðagøta 59
100 Tórshavn.

Ella á t-post: busetur@busetur.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 01. august 2017

Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Hallur Hansen á telefon 230834

Facebook viðmerking