Múrarafelagið Knáur

Ábyrdarfólk til handilin Sport 24 Outlet

SPORT 24 OUTLET í Hoyvík søkir eftir einum starvsfólkið at arbeiða uml. 35 tímar um vikuna, at byrja hálvan august.

Um teg

Ert tú ein ábyrgdarfullur persónur?
Ert tú ein ið hevur yvirlit?
Ert tú ein ið kann hava fleiri bóltar í luftini samstundis?
Ert tú áhugaður í at selja og geva kundanum eina góða uppliving?
Ert tú smílandi, tolin, fyrikomandi og opin?
Ert fleksibul og ágrýtin?
Ert tú skipað/ur og røkin?
Ert tú ein ið hevur góðar samstarvs- og samskiftisførleikar?
Ert tú ein ið kann verða bindilið millum handlarnir? Og hevur tú møguleikan at byrja hálvan august?
So er tað tær vit leita eftir.

Viðmerkjast skal at teir fyrstu arbeiðsdagarnir verða í Klaksvík.

Tínar uppgávur í handlinum verða millum annað:

At verða bindilið
At hava heildar yvirlitið
At halda skil á handlinum
At bíleggja vøru
At veitað kundanum tænastu
At dagføra sosialu miðlarnir
At umsita alt tað fyrisitingarliga arbeiði t.d. gera arbeiðsætlan.
Viðmerkjast skal at teir fyrstu arbeiðsdagarnir verða í Klaksvík.

Hevur hetta tín áhugað, so vilja vit fegin frætta frá tær í seinasta lagið 23. juli 2017.

Send tína umsókn til:
Sport 24
Klaksvíksvegur 10
Postboks 183
710 Klaksvík

Ella á teldupost: hp@sport24.fo

Viðmerk vinarliga í evniteiginum ella á brævbjálvanum ‘Umsókn til Sport 24 Outlet uml. 10 tímar um vikuna’.

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 21 75 57.

Facebook viðmerking