Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Summargestir: Heini Madsen og abbasonurin á vitjan

Poul Andreasen: Nú um dagarnar, eg fekst við okkurt í túninum her á Heygsvegnum í Havn, síggi je ein mann koma gangandi niðan brekkuna ímóti mer. Tá er tað Heini Madsen (myndin) mín góði bygdarmaður, sum var komin at vitja føðilandið, og vísa 11 ára gamla abbasoninum Jacob landið.

Hóast tað eru meira enn 60 ár síðani Heini flutti til Danmarkar at búgva, tosar hann enn sítt óbroytta vágsmál. Okur fóru innum og settust at práta um ymiskt, mest úr Vági. Je bað Heina greiða frá ymiskum úr Vági og hvat ið hann tókst við, eftir at hann var farin úr Vági:

Je eri gamal vágbingur, føddur og uppvaksin í Vági, fór av landinum 16 ára gamal. Tað dámdi mær øgiliga illa, brúkti 4 ár at finna út av, at je búði í Danmark. Tað gingu fleiri ár, til eg aftur var í Føroyum, men síðani havi je verið her javnan, umleið 3. hvørt ár. Kona mín hevur verið í Føroyum fimm ferðir, so hon veit, hvussu tað er, men tað sigur henni ikki tað sama, sum tað sigur mer. Hesa ferð eri je saman við tí yngsta abbabarninum, Jacob, og je rokni við, at hetta er seinasta ferðin í Føroyum. Je føli meg fremmandan, kenni næstan ongan. Føroyar eru ikki meira heimstaður mín, tað er ein kensla.

Pápi mín het Søren Madsen, hann var danskari og lærari í Vági, og mamma mín het Julia. Foreldur hennara vóru av Eiði, men fluttu til Vágs í 1917.

Okur búðu í Klubbanum í Vági, beint vestan fyri krambúðina á Løðhamri. Tað vóru eini hús, sum abbi mín keypti frá Vaag Klub í 1917 fyri 3.225 kr, tað árið mamma mín var fødd. Húsini vórðu bygd í 1903, so vítt eg veit, og tá ið abbi mín doyði í 1950, skuldu okur hava baðiverilsi í kjallaranum. Hann hevði havt verkstað har. Har var moldgólv, so har varð grivið út, og tá kundi okur síggja, hví húsið nevndist Klubbin. Har komu í hundraðtali av korkproppum upp úr moldini. Onki at ivast í, hvat ið teir gjørdu har í Klubbanum. Abbi mín kallaðist eisini Klubba-Christian.

Mynd av Klubbanum.

Je haldi, at okur vóru 35 í klassanum. Je havi ein lista yvir tey øll, tá ið okur gingu í 4. klassa. Tá je hyggi listan ígjøgnum, so minnist je bara helvtina av teimum. Hini nøvnini siga mær ikki nakað, kanska tí je ongantíð spældi við tey, tí okur vóru so nógv. Tey, sum je spældi við, vóru tey á Løðhamri og har á leið. Løðhamar og Løðhamarsbrúgv, tað var eitt deiligt pláss. Har kundi mann fiska seið. Sum lítil óviti begynti je at fiska murt til kettuna. Hønurnar fingu nakað eisini. Seinni fiskaði je seið. Tá ið je var eitt sindur eldri, fekk eg loyvi til at arbeiða eitt sindur í fiski. So bleiv tað meira og meira, serliga, tá ið tað var í summarferiuni, breiða fisk og bera saman um kvøldið, frá saltfiski til klippfisk. Tá ið je var 15 ára gamal, bleiv je vrakari og fekk je vaksnaløn, tí onkur helt, at tað kundi je finna útav. Tað var je øgiliga errin av.

Myndina tók Søren Madsen í 1935 úr kirkjutorninum í gomlu kirkju á Kirkjukletti.

Myndin: Á Løðhamri í dsg.

Abbi mín hevði eina trøð vesturi á Eiðinum, sum hann hevði keypt frá Gjógvará haga fyri 126,75 kr., móti at hann skuldi uppdyrka 600 m2 um árið. Og tað bleiv til tað, at okur kundu hava eina hálva kúgv. Hon var vesturi á Eiðinum um summarið, og um veturin var hon hjá presti, hann hevði hina helvtina av kúnni. So hana og mjólkina vóru okur felags um.

Tú fór í skúla, tað var vesturi á Oyralaði.

Ja, og har vóru okur sum sagt 35. Um summarið vóru okur nakrir smádreingir, sum fóru vestur á Vatnið at baða. Okur fóru yvirum, ikki við baðibrúnna, tí har vóru so nógvar knústar fløskur, tað var lívsfarligt at baða har. So gjørdi kommunan eina lítla brúgv, og har var ikki djúpari enn, at okur kundi vassa, og so lærdi okur okum at svimja har. Tá ið jeg var 9 ár, fekk je eitt svimjimerki fyri at hava svomið 10 metrar. Tíverri havi je tað ikki longur.

Hvør lærdi tykkum at svimja?

Je lærdi meg sjálvan, men annars var tað Johannes Andreas Næs, sum skuldi lera okkum at svimja á Vatninum.

Pápi mín var lærari, hann var komin til Vágs í 1934 sum ársvikarur. Tað eina árið, sum hann skuldi vera her, bleiv til 21. Hann búði í prestagarðinum í Vági, mamma mín búði í Klubbanum. Hon gekk vestur til prest eftir mjólk. Har hevur pápi mín sæð hana. Hon var sera vøkur, og hann var danskari, og tey blivu so gift í 1937. 2. januar 1939 bleiv je so føddur. Tá var óveður, havi eg fingið at vita. El-leidningar úr Botni vóru slitnaðir, og pelarnir dottnir um koll o.s.v. Tað havi je nevnt í bókini Børn og ung í Føroyum. Hálvtannað ár seinni fekk je eina systur, sum fekk navnið Elsa. Í 1952 fekk je ein beiggja, sum bleiv doyptur Christian. Eftir at okur vóru komin til Danmarkar, fekk je eina systur afturat, Randi, hon býr í Australien.

Okur vóru í summarferiu í Danmark í 1946. Je eri nestan sikkur uppá, at pápi mín hevði tonkt sær at farið til Danmarkar. Hann hevði eitt úttalilsi frá Johan Djurhuus við. Tað funnu okur, eftir at hann var deyður. Men hann søkti ikki nakað, tí tá var tað soleiðis, at hevði mann verið lerari í Føroyum í nøkur ár, kundi mann ikki taka sín ansienitet við. Tað merkti so tað, at hann skuldi fara niður í løn, og tað vildi hann ikki. Men fyrst í 1950- unum, haldi eg tað var, gekk tað í ordan, og í 1955 søkti hann niður og fekk starv, og so fóru okur avstað. Sum nevnt, tað dámdi mær øgiliga illa.

Hvussu var at koma niður hjá ter?

Ræðuligt, nakað so øgiligt.

Pápi mín fekk embæti í Grenå. Je kom so beinanvegin á studentakursus í Rønde, 30 kilometur haðani. So fekk eg studentareksamin, tá ið tey tvey árini vóru farin. So sigur pápi mín, at nú mást tú fáa yvirstaðið hetta við militerinum. So kom je inn har. Je hevði summarferiu í tvær vikur. Í militerininum var je í tvey long ár. Tað vanliga var 16 mánaðir, men eg fekk nakað meira. Je vildi so gjarna hava eina universitetsútbúgving. Je hugdi at pengapunginum, og sá, at tað gekk ikki. Tá var ikki SU ella nakar studningur at fáa. Men je kundi blíva lærari uppá 3 ár. Tað gjørdi je so, og tað hjálpti. Har hevði je tað gott, og tey elstu, je kenni í Danmark, tey lærdi je at kenna tá, men ikki ein einasta frá studentarkursusinum, og ikki ein einasta heldur, tá ið je var í militerinum.

Tað triðja árið, je las, sá eg konu mína. Je plagi at siga, at tað er tann besta kona, ið eg nakrantíð kundi fáa, je havi hana enn. Okur blivu gift og hava fingið tvær døtur og 4 abbabørn.

Je havi stuttleikað mær við ymiskum, je havi skrivað nakrar bøkur, nakrar um Føroyar, men tær flestu um ættargransking og ættarsøgur.

Í frítíðini speli je golf, je spæli bridge, je havi verið formaður fyri javnaðarflokkin í Ålborg umráðnum í 10 ár, je havi verið formaður – og stovnari – fyri Føroyingarfelag í Ålborg tey fyrstu 10 árini, álitismaður á skúlanuum í 10 ár, og je var formaður fyri bridgeklubban í 6 ár. Okur bygdu hús í Vadum í 1969, og har hava okur so búð síðani.

Myndin: Heimið í Vadum. Hesa myndina tók yngra dóttirin einaferð, tá hon sum flogskipari fleyg yvir býin.

Umleið 3. hvørt summar eri je í Føroyum, at síggja hvussu alt broytist.

Og broytist tað nógv?

Ja, øgiliga nógv. Tá ið okur fóru úr Vági í 1955, vóru um 1.800 fólk í bygdini, nú eru um 1.300. Men je haldi, at tað eru í minsta lagi dupult so nógv, kanska 3 ferðir so nógv hús nú í bygdini sum tá. Tá var nógvur fuglur og nógvur seiður í fjørðinum. Nú er eingin seiður í fjørðinum, haldi je, og eingin fuglur. Okur fóru, abbasonurin og je, nú týsdagin, niðan á Borgarknapp. Je minnist, tá ið okur vóru útflukt við skúlanum, tá fóru okur vanliga til Ryskivatn. Einaferð vóru okur á Porkeriskambi, men vanliga til Ryskivatn. Har gingu okur vanliga framvið eina ternukoloni. Har vóru nógvir kjógvar, nógvar ritur. Hesaferð sá je ikki eina ritu og ikki ein kjógva.

Hvat er hent?

Ja, hvat er hent? Je giti, at havið er blivið eitt sindur heitari, fiskiskipini fiska ov nógv av tí smáa, sum lundapisur og aðrir fuglar skulu liva av. Hatta er nakað sum je haldi, uttan prógv. Ein kombinatión av báðum kanska. Heiðafuglurin hevur ongan kjans, tí likkur og aðrir fuglar hava lítið at liva av, so tær royna at taka ungarnar hjá heiðafuglinum.

Nú tú hevur verið í Føroyum, hevur tú verið inni í gamla bókhandli í Havn, segði tú í áðni.

Myndin: Bókin “Færøerne, hvornår skete det” eftir Heina Madsen.

Jú, je havi verið inni í H.N. Jacobsens bókahandli í Havn, har okur hava undirskrivað ein sáttmála um, at teir kundu útgeva eina bók, sum je skrivaði í 1999: Færøernes hvornår skete det. Je bleiv øgiliga gott móttikin. Teir hava beint nú útgivið bókina. Hava tonkt sær at føra hana ajour, fáa hana yvirsetta til føroyskt, kanska eisini til eingilskt. Men í hvussu er at ført hana ajour og yvirsett hana til føroyskt. Og so skal hon koma soleiðis av og á. Kanksa hon kann brúkast til konfirmatiónsgávu, ella til skúlabrúk ella at hyggja í, at vita hvat ið hendi tað og tað árið. Tað er tað, sum teir hava tonkt ser. Tað dámdi mer gott. Teir vóru so ótrúliga blíðir, og je eri gott tilfreds. Je hopi tað lukkast.

Je sigi takk fyri prátið.

Poul Andreasen

 

Facebook viðmerking