Hvalbiar Sóknar Kommuna 140 ár

Leygardagin 6. oktober, kl. 15 – 18, verður hátíðarhald í Roynhøllini í samband við at Hvalbiar Kommuna verður 140 ár.

Kommunan bjóðar í hesum sambandi lagkøku, kaffi og te og børnini fáa sunkist og kaku.

Uttanfyri Roynhøllina verða settar upp tvær hoppiborgin, sum børnini kunnu spæla sær í.

Á skránni verður m.a. at Jens Hákun Leo kemur at greiða frá um bókina um Hvalbiar søgu, sum hann skrivar í løtuni. Eisini kemur Svein í Prestgarði at spæla og syngja.

Gamlar myndir úr Hvalbiar Sókn verða vístar á stórskíggja allan dagin.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar