Húsabjálving

KÍ – Suðuroyingar sunnudagin

Summarsteðgurin í fótbóltinum er nú av og í vikuskiftinum er 14. umfar í Effodeildini, har Suðuroyingar skulu til Klaksvíkar.

Seinna hálva av kappingarárinum byrjar fríggjakvøldið, tá Víkingur tekur ímóti ÍF. Leygardagin er ein dystur, 07 Vestur – NSÍ, meðan hinir tríggir dystirnar í 14. umfari eru sunnudagin.

14. umfar í Effodeildini verður leikt soleiðis:

21/7 kl.19.00: Víkingur-ÍF
22/7 kl.17.00: 07 Vestur- NSÍ
23/7 kl.15.00: KÍ- Suðuroyingar
23/7 kl.15.00: EB/Streymur-HB
23/7 kl.15.00: B36-Skála

Facebook viðmerking