Húsabjálving

Susvim gávu frá Radio Service

Í samband við NMU 2017, ið var í Vági, hevði SuSvim lánt 2 flatskíggjar frá Radio Service v/ Sævar Haldórsson. Ein var nýttur úti í stóra teltinum, so at fólk kundu fylgja við stroymingini har. Hin var nýttur inni í høllini til at vísa tíðirnar uppí á áskoðaraplássinum. 

Sævar hevur nú eftir NMU, latið SuSvim ein skíggja í gávu, so at vit altíð kunnu nýta hann til kappingar í framtíðini. 

Í tíðindaskrivi sigur SuSvim stóra tøkk til Sævar.

Facebook viðmerking