Húsabjálving

Rūta Meilutytė við 3. skjótastu tíð í finaluni í 100 m bringu

Litavska Rūta Meilutytė, sum valdi at koma til Vágs í Páls Høll á venjingarlegu sum fyrireiking til HM í Budapest, svam seg mánadagin í finaluna í 100 m bringu.

Rūta Meilutytė hevur sjálv heimsmetið, 1:04.35, sum hon setti í 2013. Í hálvfinaluni svam russiska tíðina 1:04.36, og var sostatt heilt heilt tætt við heimsmetið. Næstbestu tíð til hálvfinalurnar hevði Lilly King, sum svam við tíðini 1:04.53. Rūta Meilutytė svam við tíðini 1:05.06 triðskjótastu tíð í hálvfinaluni.

Vert er at leggja tilmerkis, at hetta er skjótasta tíð hjá Rūta Meilutytė síðan hon í 2013 setti heimsmet, so okkurt bendur á, at venjingarlegan í Páls Høll ber frukt. Venjarin hjá Rūta Meilutytė segði eisini, áðrenn tey fóru úr Vági, at Rūta hevur ikki kent seg so væl fyri í fleiri ár.

Finalan í 100 m. bringu hjá kvinnum verður seinnapartin í dag, og sum seinasta kapping á skránni í finalu umfarinum, sum byrjar kl. 16.30.

Facebook viðmerking