Húsabjálving

Ein minnilig hvítusunnuferð í Skotlandi við Kirkjukórinum Ljómi

Arnfinnur Thomassen: Portugisiska tjóðarskaldið Luís de Camões, sum livdi frá uml. 1524 til 1580, segði tey kendu orðini: “Vøggan stóð í einum lítlum landi – men grøvin varð tað veldiga havið.” Hetta mugu sjómenn og fiskimenn um allan heim í øldir hava sannað, í Føroyum eins og við skotsku strendurnar.

Kirkjukórið Ljómur var í Skotlandi um hvítusunnuhalguna og kom í eina minningarhátíð, sum fáum er beskorið.

Lat okkum byrja í februar mánaði í árinum 1900. Eitt ódnarveður eystaneftir rakti Føroyar hin 16. februar. Dimmalætting skrivar hin 24. februar, at óveðrið hin 16. februar var tað ringasta, sum fólk vita um at siga! Serliga neystini eru skolaði burtur í mongum bygdum. Í Porkeri t.d. er so nógv grót skolað niðan í bøin, at tað verður ikki hugsingur um at hoyggja, fyrr enn bøurin er ruddaður. Í Æðuvík fóru neystini við saltfiski, grind og øllum, sum har var inni. Á netinum ber nú til at lesa um illveðrið í februar í 1900.

Føringatíðindi skriva hin 1. mars 1900:

Tíðindir úr Førjum. Eysturætt hevur verið herskandi nú í næstum. Um miðjan februar var javnur áhaldandi kuldi og kavi, sum hevur verið linkandi, so at nú er kavaleyst við bakkan her suðuri. Seyður er víða hvar nógv aftur farin. — 16. februar var ódnarstormur við uppgangi, sum ikki hevur verið slíkur í mannaminni. Suðuri í Vági kom súgurin grovur niðan í vatnið á eiðinum. Brúgvar og fiskastøðir til fleiri hundrað krónurs virði fóru av lagi. í Porkeri legðist nógvur bøur undir møl. Bæði har og í Froðba tók brimið gróthús, sum hava staðið av aldurs tíð. Mortensens farmaskip »Slangan« lá á Hvalba og legði upp varur. Tá íð stormurin tók at økjast, bjóðaði skiparin til at fara avstað og fekk anker upp og segl á, so at hann kom nakað út frá norðara landi. Stormurin var tá so frekur, at seglini skrædnaðu, so at akker mátti falla, tó at skipið var væl so innarlaga. Meðan seglini vóru bøtt, gjørdist vágin so grov, at kjølurin tók grunn fyri aftan. Endin var, at skipið fór í smyldur, eftir tað at mannskapið var bjargað úr stórum vanda. — I Dali og Húsavík var eisini skaði av briminum. í Húsavík forfórst nógd av eplum, sum vóru niðurgrivin í sondunum. — I Kirkjubø var verri enn nakar veit frá at siga. Kirkjuvindeyguni smyldraðust, neyst fóru av grund og nógvur bøur legðist undir við smámøl. — í Havn var stórur skaði uppá neyst og Pakkhús. — í Nólsoy fóru nógv gróthús. Brimið gjørdi eisini nógvan áverkan á bergið eystantil á eiðinum og skoldaði nógv av vøllinum eystanfyri bygdina. — Á Hvítanesi fóru fleiri neyst og ein smiðja. — I Æðuvík fór neystið við einum báti og nógv av saltfiski, tvøsti og øðrum. — Soleiðis eru fieiri tíðindir um skaða í øllum eysturbygdum. —

 

Ætlanin hjá kórinum var at vitja Scottish Fisheries Museum í Anstruther, hava eina konsert og knýta vinabond til okkara grannar fyri sunnan.

Tað gekk eisini eftir ætlan. Ein vitjan á gomlu Sterling borgini, har kongar og drotningar á sinni vórðu krýnd, gav okkum innlit í skotsku søguna – ikki minst bardagan við Sterling brúnna, har William Wallace í 1297 vinnur sigur á bretum. Wallace, tjóðarhetja Skotlands, er høvuðspersónur  í kenda filminum “Brave Hearth”. Ein lítil konsert varð hildin í kapellinum.

Síðan koyrdu okur oman til St. Andrews. Undarligt at spáka í kirkju- og kleysturtoftunum. Húsið var í 800 ár størsti bygningur í Skotlandi. Tað varð lagt í oyði í 1559, tá ið reformatiónsstríðið kom norður til Skotlands.

Nú lá leiðin oman til skotska Fiskivinnusavnið.

Í Anstruther vóru tey báði blíð og týð. Okur sungu niðri á bryggjuni og dansaðu føroyskan dans. Skotar fingu høvi at koma uppí ringin.

Nú er tað tað, at skotska tónaskaldið Richard Wemuss hevði skrivað eitt tónleikaverk, nevnt “The BERNICIA SN 199”, eftir skipinum, sum skiparin, Thomas Watson, førdi í februar í 1900. Skipinum, ið ikki bar boð í bý. Tónaskaldið hevði fingið uppspurt, at gomlu húsini, sum hann hevði keypt og sett búgv, vóru gomlu húsini hjá Thomas Watson.

Tí hevði hann kannað málið og funnið útav, at 168 skotskir fiskimenn fingu sína vátu grøv í februaródnini í tí Harrans ári 1900.

Ljómur í Cellardyke kirkjuni

Tá ið tónaskaldið hoyrdi, at Kirkjukórið Ljómur kom til bíggjar, gjørdist hann ovurfegin. Hann hevði jú fyrireikað eina minningarkonsert í kirkjuni í Cellardyke (í somu kirkjusókn) fyri teimum sjólætnu. Nú komu okur úr Føroyum við góðum, gomlum sálmasangi, sum føroyskir útróðrarmenn í øldir høvdu sungið á báti eins og og kirkju! Og gomlu gomlu, fornu løgunum. Tað gjørdist eitt minniligt kvøld í fullsettari kirkju í Cellardyke! At okur sungu Thomas Kingo, gjørdi ikki verri! Føroyskur Kingo-sangur er jú nakað heilt serligt í norðurhøvum.

Kirkjan í Cellardyke

Inni fyri altarinum stóðu 168 smáir bátar úr pappi – ein fyri hvønn sjólætnan. Í hvørjum lítlum báti var eitt pinkalítið ljós.

Eftrnavnið Kingo stavar frá bygdini Kinghorn, sum liggur sunnanfyri Edinburgh. Pápi sálmaskaldið, Hans Thomsen Kingo, kom í 1588 til Helsingør (úr Crail, sum nú er kendur golfbýur nærhendis), 2 ára gamalur. Soleiðis komu sálmar hansara í 2017 á undurfullan hátt aftur á fedranna slóð í Skotlandi – eftir 400 ár í Danmark og í Føroyum.

 
Sálmaskaldið Thomas Kingo
(1634-1703)

Nú, okur koma í kirkjuna í Cellardyke, stendur modell av porkerissluppini Families Pride inni við altarið.

Families Pride, sum porkenningar á sinni áttu. Hon endaði uppi á landi á Oyri í 1952

 

Merkiligt, hvussu ein sangferð kann laga seg…

Hvítusunnumorgun hoyrdu okur klokkurnar ringja í grannalagnum. Okur høvdu ætlað at farið í kirkju hendan høgtíðarmorgun, men okur vitstu ikki, hvør kirkja lá í grannalagnum hjá Cairn Gistingarhúsinum í Windsor Street. Beint í brekkuni lá Greenside kirkjan… so okur gingu eftir ljóðinum… og har fóru okur.

Hendan kirkjan er viktoriansk og bleyv vígd í 1849. Kendi rithøvindurin, Robert Louis Stevensson, gekk í hesa kirkju, tá ið hann var uppi á døgum. Fólk flest kenna meistaraverk hansara, Dr. Jekyll & Mr. Hyde. Bardagin millum góðu og óndu síðu menniskjans var tá – sum enn – eitt afturvendandi evni.

Tá ið prestur og kirkjufólk í Greenside kirkjuni hoyrdu, at okur vóru eitt føroyskt kirkjukór, vórðu okur sjálvsagt biðin um at syngja. Tað var ein sera minnilig og hugtakandi løta í gamla býarpartinum í Edinburgh. 

Eftir gudstænastuna var kaffimunnur í kirkjukjallaranum, har okur fingu eitt prát við prest, kirkjutænarar og kirkjufólk. Skotar eru øgiliga fryntligir, blíðir og fittir. Tað skula teir eiga.

Eftir bussferð í býnum lá leiðin móti flogvøllinum. Flogferðin heim er vorðin gitin á netinum. Kristiliga Sangkórið og Danny úr Klaksvík – saman við okkum – settu eitt skemtiligt punktum fyri eina søguliga og minningar-ríka Skotlandsferð hjá Kirkjukórinum Ljómi á hvítusunnu 2017.

Greenside kirkjan í Edinburgh

 

Kirkjukórið Ljómur syngur hvítusunnumorgun í Greenside kirkjuni      

 

Arnfinnur Thomassen

 

Facebook viðmerking