Múrarafelagið Knáur

Suðuroyar Sjúkrahús fær nú narkosulækna

Suðuroyar Sjúkrahús hevur sett Johannes Theodor Høgagarð, sum yvirlækna í anæsthesiologi/pínuviðgerð.

Johannes Theodor Høgagarð er 54 ára gamal, er útbúgvin sum lækni í 1997 og sum serlækni í anæstesilogi í 2006. Eisini hevur Johannes serlæknaútbúgving í NDAPM
(Nordic Deplom of Advenced Pain Medicine, og er her talan um eina tvey ára yvirbygning á hægsta støði í Norðanlondum, og á støði við vestureuropa, Amerika og Canada.

Johannes Theodor Høgagarð hevur drúgvar ítøkiligar royndir sum serlækni, har hann m.a. seinastu árini hevur arbeitt sum serlækni á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og á Privathospitalinum Aleris.

Johannes Theodor Høgagarð byrjar í starvinum 1. Septembur 2017.

Facebook viðmerking