Húsabjálving

Víkingur vann 3-0 á Suðuroyingum

Heimaáskoðarar høvdu stórar vónir til fyrsta heimadystin eftir summarsteðgin, nú Víkingur kom á vitjan við Stórá. Men dysturin tórskvøldið verður helst ikki longi í minnunum hjá heimaáskoðarunum, til tað var avrikið ov ivasamt.

Fyrstu 20-25 minuttirnar av dystinum gingu javnt á. Suðuroyingar høvdu kanska munin og tað sá í veruleikanum ikki út sum oddaliðið í Effodeildini var á vitjan.

Men uppá fáar minuttir varð alt broytt. Tá umleið 35 min. eru farnir av dystinum legði Heðin Hansen Víking á odda eftir eitt innlegg úr høgru síðu, har bólturin fær loyvið at ferðast framvið fleiri leikarum – og til Heðin Hansen og so var støðan 1-0. Løtu seinni verður tað 2-0 eftir at Suðuroyingar missa ein bólt á miðjum vølli, ein long avlevering til Sølva Vatnhamar, sum gerst leysur og skorar til 2-0.

Heimaáskoðarar høvdu væntað, at Suðuroyingar fóru at koma út við tí sermerktað stríðsandanum í seinna hálvleiki, men hálvleikurin var onki at skriva heim um. Avrikið var snøgt sagt ikki nøktandi og tá samanumkom fekk Víkingur eitt uppiborið mál afturat og vann dystin 3-0.

Suðuroyingar mugu bara fáa hendan dystin afturum sum skjótast, tí í næstu viku er aftur ein sera trupul dystur á skránni, tá leiðin gongur til Runavíkar, har NSÍ tekur ímóti.

 

Facebook viðmerking