Húsabjálving

Lastbilaførari til alideildina á Norðskála hjá Vónin P/F

Lastbilaførari til alideildina á Norðskála hjá Vónin P/F

Um størvini:

  • 1 starv 32 tímar um vikuna at arbeiða í Eysturoy og Norðoyggjum at byrja 1. oktober 2017 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í hølum í læknaviðtalunum í ávikavist Runavík og í Klaksvík.
  • 1 avloysarastarv 40 tímar um vikuna frá 1. oktober 2017 til 30. september 2018 at arbeiða í Suðurstreymoy, Sandoy og Vágum. Starvsstaðurin er í hølum í læknaviðtalunum í ávikavist Tórshavn (Gundadali og Miðlon), á Sandi, í Kollafirði og í Miðvági.

Størvini fevna um:

  • Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna
  • Einstaklinga-ráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, maga-tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti
  • Einstaklinga-ráðgeving til børn, ið viga ov nógv ella eru í ringum trivnaði
  • Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum, sum hava tørv á tí í samband við kostviðgerðina
  • Ráðgeving í mun til fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
  • Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
  • Kostviðgerðin og sjúkugongdin verður skrásett í Cosmic (talgildu heilsuskipanini)

Endamálið við hesi tænastu er at kostráðgevingin verður veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.

Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum. Dentur verður lagdur á at uppbyggja heilsufakligu kostráðgevingina í Føroyum, og tí mugu tey, ið verða sett, vera fús at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo 

Facebook viðmerking