Húsabjálving

Tollari til TAKS

Vilt tú vera ein av verjunum móti narko og øðrum ólógligum innflutningi til Føroya? Hevur tú ans fyri detaljum? Heldur tú høvdið kalt í avgerandi løtum? So kanst tú gerast partur av tolltoyminum hjá TAKS sum tollari.

At vera tollari er eitt týdningarmikið starv. Á markinum til tað ókenda møtir tú fólki upp á gott og ilt og mást handla skjótt og sinniliga. Saman við starvsfeløgum tínum hevur tú hvønn arbeiðsdag ábyrgd av eftirlitinum við innflutninginum til Føroya og ert á tann hátt við til at verja føroyska lóg.

Hetta siga fólk um teg

Tey, sum kenna teg, vita, at tú dugir væl við fólki og ert fyrikomandi. Tú hevur eina róliga medferð og loypur ikki framav, men ivast tó ikki, tá ið avgerðir skulu takast. Tú dugir eisini væl at skipa títt arbeiði og hevur ans fyri teimum smáu tingunum. Tað er avgerandi, at tú varðveitir yvirlitið, tá ið tað leikar á, og at tú vísir eina professionella atferð í øllum lutum.

Tú kemur primert at arbeiða á flogvøllinum, men sum partur av vanliga tolltoymi okkara kemur tú annars at arbeiða um alt landið, m.a. eisini við skipaferðslu. Tí skalt tú kunna gera aðrar tolluppgávur eisini og við tíðini læra lógarverkið á øllum tolløkinum.

Tú ert annars sálarliga og kropsliga væl fyri og megnar at vera á drúgvum vaktum og til størri eftirlit.

Tín fakliga yrkisleið higartil er ikki so avgerandi, men tað er eitt pluss, um tú hevur miðnámsútbúgving ella aðra yrkisútbúgving innan skrivstovu ella umsiting. Hevur tú royndir innan tollarbeiði, kann hetta somuleiðis vera ein fyrimunur. Tað er tað eisini, um tú hevur royndir frá almennari umsiting ella við eftirlitsarbeiði av t.d. bókhaldsskjølum. Tað er somuleiðis gott, um tú dugir væl at orða teg á føroyskum, og at tað fellur tær lætt at tosa enskt og norðurlendskt.

Tú hevur koyrikort og reina revsiváttan.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Facebook viðmerking