Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Fulltrúi til Fiskiveiðieftirlitið

Fiskiveiðieftirlitið søkir eftir einum fulltrúa. Starvið verður at seta 1. september 2017 ella eftir nærri avtalu.

Fiskiveiðieftirlitið er skipað sum deild í Vørn sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum. Á Vørn/Fiskiveiðieftirlitinum arbeiða í løtuni 52 fólk, harav eru 35 við skipunum Brimli og Tjaldrinum.

Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Luttaka í dagliga eftirlitinum við føroyskum fiskiskapi á fjarleiðum og málsviðgerð í hesum sambandi.
  • Luttaka í dagliga eftirlitinum við føroyskum og útlendskum fiskiskapi í føroyskum sjógvi og málsviðgerð í hesum sambandi.
  • Dagligu ábyrgdina av VMS og ERS eftirlits- og fráboðanarskipanunum.
  • Luttaka í fyrireiking av føroyska eftirlitinum í NEAFC- og NAFO skipanarøkjum.
  • Luttaka í fiskiveiðisamráðingum og á fundum við onnur lond og eftirlitsfelagsskapir.

Førleikakrøv:

  • Hava góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
  • Kunna arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hava góð samstarvsevnir.
  • Viðkomandi starvsroyndir er ein fyrimunur.

Setanartreytir
Lønar- og setanartreytirnar eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar tess, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheitið er fulltrúi og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til deildarstjóran.

Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo 

Facebook viðmerking