Húsabjálving

Hvat halda suðuroyingar um føroysku náttúruna og landslagið

 

Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn eru farin undir eina kanning, fyri at fáa vitan um, hvat tann meinigi føroyingurin heldur um tey ymisku náttúruvirðini í føroyska landslagnum og framtíðar menning av landinum.

Heitt verður á allar suðuroyingar, og føroyingar annars, um at luttaka í kanningini, sum verður gjørd á heimasíðuni:

http://landslagskanning.fo

Tað tekur einans einar 15 minuttir at svara teimum 5 spurningunum, sum eru í kanningini. Øll tey innkomnu svarini verða viðgjørd í trúnaði.

Tú kanst lesa meira um kanningin á heimasíðuni hjá Setrinum: trýst her

Tú kanst eisini lurta eftir innslagnum, sum var í sendingini “Summarmorgun” 3. juli, á leinkinum: trýst her

Facebook viðmerking