Múrarafelagið Knáur

Ólavsøkurøða løgmans: Avgerandi at stýra væl í góðum tíðum

Í Føroyum hava vit sjáldan stýrt nóg væl í góðum tíðum. Lagt uppfyri og gjørt neyðugu broytingarnar, áðrenn búskaparliga illveðrið er brostið á aftur. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyri løtu síðan, tá ið hann helt sína aðru ólavsøkurøðu.

-Nógvir av djørvu dreymunum hjá samgonguni eru gingnir út. Aðrir eru ávegis. Avrikini eru sjónlig. Onkur løta hevur verið buldraslig, treyðugt so – men eg kann í dag púra ivaleysur staðfesta, at Føroyar eru vorðnar eitt javnari samfelag. Eitt meira tíðarhóskandi samfelag. Og eitt meira sjálvbjargið samfelag, vísti løgmaður eitt nú á.

Løgmaður staðfesti, at tað kortini ikki hevur eydnast samgonguni at loysa øll stórmálini enn.

– Eg má bara siga, sum er. Tað hevur ikki gingið eftir vild. men vit falla ikki í fátt. »Men hví broyta, nú tað gongst so væl?« spyrja fólk. Tað gera vit, tí tað er stórur munur á at velja at gera broytingar – og at vera kroystur til at gera tær. Tað fyrra er at hava tamarhaldið – tað seinna er at missa tamarhaldið, segði løgmaður.

Lesið frágreiðing løgmans á ólavsøku 2017 her

Facebook viðmerking