Húsabjálving

Varðin Pelagic fingið byggiloyvi

Tilgongdin, ið byrjaði aftaná á eldin á Varðanum Pelagic, er nú komin fram til viðgerðina hjá Tvøroyrar Býráð viðvíkjandi byggiloyvi til nýggjan virkisbygning.

Bygningurin verður nakað størri enn gomlu múrarnir góvu loyvi til, og tí fer  at bera til grundleggjandi at geva góðar umstøður,  bæði til eitt makrel og surimivirki. Harumframt verður eisini hugsað um útsjónd og trygd. 

Á býráðsfundi í morgun kl 09.30 var samtykt at ganga umsóknini á møti. Sum tað sæst á myndini var ikki stórur ivi um avgerðina.

Á fundinum varð eisini upplýst at Varðin Pelagic fer á borgarafundi  at kunna borgararnar á Tvøroyri um verkætlanina.

Facebook viðmerking