Húsabjálving

Varðin Pelagic fingið byggiloyvið

Tvøroyrar Býráðið hevur einmælt samtykt at geva Varðanum Pelagic loyvi at byggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri uppaftur. 

Varðin Pelagic, sum brann í grund tann 9. juni, verður bygt uppaftur á sama stað. 

Tvøroyar kommuna fekk 27. juli umsókn frá Varðanum Pelagic um byggiloyvi til nýggjan bygning, sum verður 11.400 fermetrar.

Varðin Pelagic ætlar at byggja virkið uppaftur beinanvegin og virkið skal verða klárt fyrst í komandi ári.

Facebook viðmerking