Múrarafelagið Knáur

Starv í Vágs Skúla

Vágs Skúli søkir eftir námsfrøðisligum stuðli.

Søkt verður eftir:

  Námsfrøðiligum stuðli skúlaárið 2017/2018.
–  1 starv at seta við setanarbrotinum 0,562 ella 25 t/v í miðdeild

Tann, ið settur verður skal:

·         duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.

·         verða fús/ur at taka seg uppgávur, sum eru í skúlanum

·         vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur

Lønar- og setanartreytir

·         Stuðulstarvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av møguligum prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Vágs Skúla í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. august 2017, kl. 12.00.

 

Tú fært meiri at vita um størvini frá John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf. 239330.

 

Umsóknin verður stílað til:

Vágs Skúla

Vágsvegur 32

900 Vágur

ella við telduposti: john.henrik.holm@skulin.fo

 

Um skúlan:

Næmingatalið í Vágs Skúla er 209 í tíggju árgangum. Í 8. – 9. flokki er Vágs Skúli tvísporaður hetta tí, at  Vágs Skúli er felagsskúli fyri bygdirnar Hov, Porkeri, Lopra, Akrar og Sumba í hádeildini. Í skúlanum starvast 23 lærarar, 3 námsfrøðingar, húsavørður, 7 vaskifólk og heilsufrøðingur.

Facebook viðmerking