Húsabjálving

Skjaldbøkutúrur við Hvistuni

Rørslufelagið í Suðuroynni, ið hevur navnið Hvistan, ið merkir súsan ella at skunda sær, fer nú undir nýtt átak, fyri at fáa enn fleiri við í felagsskapin og at røra seg.

Hvistan, ið rundaði 10 ár seint í 2015, hevur fingið alt fleiri út at røra seg, og eyðkenni fyri tey er, at felagsskapurin og samanhaldi er sera gott, hóast tey bæði í aldri, formi, vekt og skjóttleika eru rættuliga ymisk.

Undir yvirskriftini ”Hvistan – Sjónlig rørsla”, hevur Hvistan luttikið í nógvum og ymiskum tiltøkum í Suðuroynni og eisini aðrastaðni í Føroyum, og eru hesir skjaldbøkutúrarnir partur av hesum átakinum. Skjaldbøkutúrarnir eru mánakvøld og hóskvøld tá hitst verður við VILT-húsið í Vági, og kunnu fólk koma við, at ganga, spáka, trilla og kanska smárenna.

Úrslitið av teimum føstu venjingartíðunum í Hvistuni sæst væl, tí at frá at vera ein lítil felagsskapur, so er limatalið nú omanfyri 50, og av teimum fara 28 Hvistur til Reykjavíkar at luttaka í stóru renningini á Mentunarnáttini 19. august, har runnið verður úr 3 kilometrum upp í 42,2 kilometrar.

Facebook viðmerking