Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Felagsmøti í Sumba

Komandi sunnudag, 6. august, kl. 18.00 verður felagsmøti í missiónshúsinum í Sumba. Gjøgnum summarið og út á heystið hevur heimamissiónin í Suðuroy slík møtir einaferð um mánaðan. Tískil eru eingi møtir í hinum missiónshúsunum í oynni sunnudagin.

Tað verður Jógvan Højgaard Tvøroyri, sum kemur at tala, og ein drekkamunnur verður at fáa. Høvi verður eisini at lata eina gávu til felagsarbeiðið hjá Heimamissiónini. Øll eru vælkomin.

Facebook viðmerking