Múrarafelagið Knáur

Við Hvistuni niðan á Ryskjivatn

Í morgin leygardagin, skipar rørslufelagið í Suðuroynni Hvistan fyri gongutúrið, niðan á Ryskivatn.

Hesin túrurin ið er 9km til longdar, er av Tríkantinum í Vági og niðan gjøgnum bygdina og ávgis móti Famará verður snara norðuryvir, har leiðin gongur móti Ryskivatnið. Á leiðini sæst einsini oman yvir sera vakra Botn, áðrenn ein kemur niðan á Ryskivatn.

Túrurin er ætlaður sum gongutúrur, men tey ið ynskja at súkkla, trilla ella renna, eru eisini vælkomin. Veðurforsøgnirnar eru góðar, so vónandi koma fleiri við á túrin.
 
Hvistan hevur áður skipa fyri slíkum túrum og hevur undirtøkan verið góð.
Túrurin í morgin byrjar kl 11.00

 

Facebook viðmerking