Húsabjálving

Greitt tap við Løkin

Suðuroyingar vóru fyri greiðum tapi ímóti NSÍ við Løkin sunnudagin. NSÍ vann dystin 4-0. 

Málini hjá NSÍ gjørdu Pól Johannes Justinussen (2), Jann J. Benjaminsen og Petur Knudsen.

Úrslitini í 17. umfari førdu við sær, at tað er vorðið sera tætt í toppinum, bara 3 stig frá 1. til 3. pláss, og harumframt er tað eisini vorðið sera tætt í niðaru hálvu av stigatalvuni, har tað nú eru 7 stig frá 5. plássi til 8. pláss.

Sunnudagin taka Suðuroyingar ímóti B36 við Stórá.

 

Støðan eftir 17 umfør er hendan

1. Víkingur 35
2. NSÍ 33
3. KÍ 32
4. B36 29
5. HB 24
6. EB/Streymur 21
7. TB/FCS/Royn 20
8. Skála 17
9. 07 Vestur 14
10. ÍF 6

Facebook viðmerking