Húsabjálving

Gongur væl at taka niður brenda bygningin

Tað gongur væl at taka niður brenda bygningin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Eins og myndirnar vísa, so er stórur partur av bygninginum, sum brendi nú tikin niður og gjørdur klárur til avskipingar. Tilfarið verður sent av landinum við skipi til endurnýtslu í m.a. Danmark.

Í farnu viku segði Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, við Kringvarpi, at virkið verður bygt uppaftur sum skjótast og ætlanin er at virkið skal verða klárt fyrst í komandi ári.

Niðanfyri er mynd tikin nakrar dagar eftir at Varðin Pelagic brendi.

cof

Facebook viðmerking