Múrarafelagið Knáur

Heilsutrygd søkir tveir kliniskar dietistar

Um størvini:

  • 1 starv 32 tímar um vikuna at arbeiða í Eysturoy og Norðoyggjum at byrja 1. oktober 2017 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í hølum í læknaviðtalunum í ávikavist Runavík og í Klaksvík.
  • 1 avloysarastarv 40 tímar um vikuna frá 1. oktober 2017 til 30. september 2018 at arbeiða í Suðurstreymoy, Sandoy og Vágum. Starvsstaðurin er í hølum í læknaviðtalunum í ávikavist Tórshavn (Gundadali og Miðlon), á Sandi, í Kollafirði og í Miðvági.

 

Størvini fevna um:

  • Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulæknaEinstaklinga-ráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, maga-tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti
  • Einstaklinga-ráðgeving til børn, ið viga ov nógv ella eru í ringum trivnaði
  • Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum, sum hava tørv á tí í samband við kostviðgerðina
  • Ráðgeving í mun til fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
  • Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
  • Kostviðgerðin og sjúkugongdin verður skrásett í Cosmic (talgildu heilsuskipanini)

Endamálið við hesi tænastu er at kostráðgevingin verður veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.

Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum. Dentur verður lagdur á at uppbyggja heilsufakligu kostráðgevingina í Føroyum, og tí mugu tey, ið verða sett, vera fús at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.

Tú:

Hevur autorisatión sum kliniskur dietistur
Hevur hug at menna kostráðgevingina í Føroyum
Hevur góð evni at samskifta bæði í skrift og talu
Dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika
Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Hevur evni at laga teg til broytingar


Vit bjóða:

Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
Eitt fjølbroytt og mennandi starv
Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.

Umsóknarfreist 14. Aug 2017.

Les meiri um starvið her:

Heilsutrygd søkir tveir kliniskar dietistar

Facebook viðmerking