Múrarafelagið Knáur

Royndir timburmenn til Danmarkar

Vegna økt virksemi í Danmark hevur FT-Bygging Sp/f tørv á 6 royndum timburmonnum at byrja skjótast gjørligt.

Uppgávur umfevna vanligt timburarbeiði, tó serliga monterings -og fasadu arbeiði. Arbeitt verður vanligar tíðir men væntast kann nakað av yvirarbeiði.

Vit vænta at tú:

  • Hevur hóskandi útbúgving og royndir
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og átaka eyka uppgávur um neyðugt
  • Ert umskftilig/ ur og arbeiðir væl í toymi
  • Hevur árræði og hegni til fagligt handverk á høgum støði

Vit bjóða:

  • Góða tímaløn
  • Ferðakostnaðir írokna
  • Fríðan bústað
  • Vegleiðing í skattaviðurskiftum við frádrátti o.a.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.

Umsóknarfreist 14. Aug 2017.

Royndir timburmenn til Danmarkar

Facebook viðmerking