Guðrið og Sigmund vunnu 29. umfar í sjavs

Stórur spenningur er í sjavskappingini hjá FC Suðuroy, nú 29 umfør eru spæld. Í oddinum í sjavskappingini styttist millum fremstu kappingarneytarnir til oddasessin.

Úrslitið av 29. umfari í sjavskappingini var hetta.

Nr. 1. Guðrið Larssen og Sigmund Mikkelsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 3 stig hvør
Nr. 3. Ingibjørg Roaldsdóttir og Petur Muller, 2 stig hvør
Nr. 4. Johanna Midjord og Martin Midjord, 1 stig hvør

Støðan í sjavskappingini er nú hendan:

Petur Muller hevur 33 stig
Hans Jacob Bech hevur 32 stig
Gurðið Larsen hevur 27 stig

Tað eru 11 umfør eftir av sjavskappingini, sum endar í desember.

Næsta sjavskapping verður í kvøld, tórskvøldið 4. okt.. Spælt verður VB-húsinum kl.18.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Facebook viðmerkingar