Múrarafelagið Knáur

Farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Løgtinginum

Eitt farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Løgtinginum fulla tíð er leyst at søkja til setan frá 1. oktober í ár til 30. september 2018.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:
Alt vanligt skrivstovuarbeiði og ávísar serligar uppgávur so sum: Ábyrgdina av telefonav-greiðslu, ferðum, móttøku, nevndarrøkil.

Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður, skal helst hava skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving ella royndir á økinum. Ein treyt fyri at verða settur er, at viðkomandi er kønur í føroyskum, hevur royndir at arbeiða við teldu og hevur áhuga í politiskum arbeiði.

Setanartreytir:
Starvið verður lønt í 5. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálráðið og Starvsmannafelagið.

Løgtingið:
Upplýsing um Løgtingið og løgtingsarbeiðið er at finna á heimasíðu okkara www.logting.fo.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.

Umsóknarfreist 23. Aug 2017.

Farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Løgtinginum

Facebook viðmerking