Múrarafelagið Knáur

Parttíðarstarv sum eftirlitsfólk í posttollinum

Sum eftirlitsfólk í posttollinum hevur tú eftirlit við postpakkum, sum koma til landið. Tú fyribyrgir eitt nú ólógligum innflutningi og kannar, um innihaldið í pakkunum samsvarar við innihaldslýsingar og fakturar.

Talan er um starv við brøkinum 0,6, og arbeitt verður í skiftandi vaktum gerandisdagar aðru hvørja viku fyrrapart (um klokkan 9-14) og seinnapart (um klokkan 15-20). Broytingar kunnu koma fyri í vaktarskipanini, og tí mást tú kunna tillaga teg. Lønin er eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki 3. Starvsstaðurin er fyribils á Óðinshædd í Havn.

Førleikakrøv
Tú hevur helst yrkisútbúgving í skrivstovu. Gott, um tú hevur royndir við eftirlitsarbeiði og almennari umsiting, men hetta er ikki ein treyt. Tú arbeiðir skipað og miðvíst. Tú ert álítandi og vísir nærlagni og tænastusinni. Tú hevur áhuga fyri tollviðurskiftum og vilt førleikamenna teg á økinum, t.d. innan lógir, reglur og mannagongdir.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.

Umsóknarfreist 21. Aug 2017.

Parttíðarstarv sum eftirlitsfólk í posttollinum

Facebook viðmerking