Húsabjálving

Ung skrivihugaði savnaði í Svøríki

Í farnu viku savnaðust eini 25 ung úr flestu norðurlondum til Rithøvundaskúla fyri ung á lítlu svensku oynni Biskops Arnø.

Rithøvundaskúli fyri ung er summarskúli í eina viku fyri ungdómar í aldrinum 15 – 18 ár. Úr Føroyum vóru 3 gentir úttiknar, men vegna sjúku komu tó bert tvær teirra við.

Onnur av gentunum, var Ronja Rúnadóttir úr Hvalba. Ronja er 16 ára gomul og hevur altíð dáma væl at skriva.

Ronja greiðir okkum frá at tey hava fingið nógv góð amboð við á vitjanini í Svøríki. Eisini hevur henda vikan givið nýggj vinarløg og tað var alt annað enn læt at fara avstað aftur leygarmorguni.

Ronja sigur at hon vil staðiliga viðmæla øllum ungum við skrivihuga at royna hendan møguleikan. Hon kundi gott hugsa sær at fari aftur, um høvi varð til tess.

Svenska Enköpings-Posten hevur her eina gein um summarskúlan eisini 

 

Facebook viðmerking