Húsabjálving

Øðrvísi 1/2 marathon í Suðuroynni

Nú fær Suðuroyggin sítt egna 1/2marathon, men eitt heldur øðrvísi eitt.

Eingi heiðursmerkir til tey fyrstu á mál, tíðin er ikki so umráðandi, loyvt er at steðga á, hvíla, hugsa seg um, njóta okkurt drekkandi og so uppliva eina rúgvu, hetta er tað ið eyðkennir Føroya Sunnasta hálvmarathon, ið verður leygardagin 23. september.

Vit vónað við hesum tiltakinum, at náa fjøldina heldur enn elituna, vit hava avgjørt at byrja í stásiliga SALT og so klokkan 10.00 fara vit avstað, men eingin orsøk er at skunda sær, tí á leiðini ber til at vitja eitt nú bønhúsið í Øravík, umframt onnur støð, og klokkan støðgar ikki fyrr enn klokkan 15.00, so tað er rúm tíð at náa á mál, sigur Finn Johannessen, sum saman við nevndini í Hvistuni, fyriskipar tiltakið.

Eftir tiltakið verður møguleiki at rinda sær møðina í Pálshøll, ella saman við hinum luttakaranum at fáa ein bita at eta, umframt at øll tey ið melda til áðrenn mikudagin 30. august, fáa ein t-shirt.

Tilmeldingin byrjaði í dag, og longu nú hava fleiri melda til. Tiltakið hevur eisini fingið sítt egna búmerkið, ið Eydbii Myndir hevur sniðgivið, og sum avmyndar ein fót, ið gongur, trillar ella rennur og á Suðuroynni, so hetta lýsir sera væl endamálið við tiltakinum.

Leinkjan til tilmeldingina er: https://treysti.atgongumerki.fo/info?eventId=446223 meira fæst at vita um tiltakið á facebook: Føroya Sunnasta 1/2marathon.

Rørslufelagið Hvistan – Sjónlig rørsla í Suðuroynni.

 

Facebook viðmerking