Húsabjálving

Whiskysmakking í Pakkhús 5

Í samstarvi við áhugafelagið EinMalt, verður skipað fyri whiskysmakking í Pakkhús 5 leygarkvøldið, tann 16. september.

Til høvið verða skjøl, sum lýsa søluna og nýtsluna av rúsdrekka eftir einahandilstíðina sýnd fram í montrunum í savninum, og sagt verður eisini frá onkrari søgu í sambandi við rúsdrekkasøluna tá á døgum.

Skráin fyri kvøldið er henda:

Kl. 19.00 Rókur Tummasarson greiðir frá nýggja savninum í Pakkhús 5.

Kl. 19.30 Ronnie Thomassen, formaður í EinMalt skipar fyri smakking av hesum fløskum:

Bladnoch 21 ár, Lowlands, Cadenheads, Vintage 1990 – avtappað 10.2011
Bourbon Hogshead, 1 av 258 fløskum, 53,5%. (Single Cask)
Cragganmore 15 ár, Speyside, Duthies (Cadenheads), 46%
Pittyvaich 20 ár, Speyside, Distillery Bottling, Vintage 1989 – avtappað 2009, Bottle no. 4641 av 6000, 57.5%

Steðgur 

Arran 16 ár, Islands, Distillery Bottling, Vintage 17.09.1996 – avtappað 08.11.2012, Sherry Hogshead, Bottle no. 80 av 288, 52.6%. (Single Cask). 
Springbank 1997, Batch no. 1 (10 ár), Cambeltown, Distillery Bottling, Vintage 1997 – avtappað 06.2007, 55,2%. 
Laphroaig 16 ár, Islay, SMWS 29.176 “Splashing about in rockpools”, Vintage 01.07.1999 – avtappað 2015, Refill Barrel, 1 av 228 fløskum, 58.5%, (Single Cask).

Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 400/-, so her er sanniliga talan um eina smakking, har ein fær nógv vala whisky fyri pengarnar.

Gjørt verður vart við, at tað er avmarkað pláss í Pakkhús 5, so tað er at gera skjótt av, um tú ætlar at vera við.

Tilmeldingin fer fram við at senda eini boð til Pakkhús 5 á Facebook. Síðan fært tú boð um, hvussu og nær luttøkugjaldið skal vera goldið. Ikki fyrr enn gjaldið er mótttikið, er tilmeldingin skrásett. Verða ov fáar tilmeldingar, verður tiltakið avlýst og luttøkugjaldið endurrindað.

Facebook viðmerking