Húsabjálving

Skrivstovunæmingur til Landsverk

Droymir tú um eina starvsleið innan skrivstovuøkið, og kundi tú hugsað tær at arbeitt á einum stórum arbeiðsplássi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit sóknast eftir nærløgdum skrivstovunæmingi at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsøki
Sum skrivstovunæmingur á Landsverki sleppur tú at royna teg við fjølbroyttum uppgávum innan skrivstovuyrkið. Læruplássið er á Stjórnardeildini, og uppgávurnar fevna um umsiting innan millum annað:

  • Journal
  • Fíggjarviðurskifti
  • Tolling
  • Starvsfólkaviðurskifti

Førleikakrøv
Tú hevur miðnámsútbúgving, sum t.d. student, HF ella HH.

Tú ert væl fyri innan KT, og dugir væl at brúka Office pakkan. Tað liggur somuleiðis væl fyri at seta teg inn í ymiskar telduskipanir.

Sum persónur ert tú sera væl skipað/ur, og hevur eyga fyri smálutum. Harumframt ert tú fyrikomandi og tænastusinnað/ur, og altíð til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, tá ið á stendur.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Freist at søkja er 8. september 2017.
Facebook viðmerking