Múrarafelagið Knáur

Bókhaldari til Visit Faroe Islands

Søkt verður eftir einum bókhaldara at arbeiða hálva tíð.

Visit Faroe Islands arbeiðir eftir eini strategi fyri Føroyar sum ferðafólkaland, sum skal tvífalda ferðavinnuna fram til 2020.

Við hesum starvinum kemur tú at røkja allar bókhaldsuppgávur í felagnum.

Av tí at tú dagliga kemur at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk menniskju.

Vit leita eftir tær sum:

  • Hevur drúgvar royndir við bókhaldi og Navision skipanini
  • Hevur viðkomandi útbúgving
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur ein eyðsýndan røkiskap í øllum tí tú gert
  • Hevur toymishugburð og er ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum samskifti úteftir
  • Eitt gott og ljóst arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini
  • Tú verður partur av einum toymi við 6 starvsfólkum, sum saman við vinnuni, myndar altjóða marknaðarføringina av Føroyum sum ferðafólkalandi.

Løn og setanartreytir
Talan er um fast starv hálva tíð, har tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Fresit at søkja er 24. august.
 
Facebook viðmerking