Húsabjálving

Fulltrúi til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið søkir eftir fulltrúa til setan 1. november 2017, ella eftir nærri avtalu.

Sum fulltrúi í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum verða uppgávur tínar at ráðgeva og vegleiða kommununum í málum av felags áhuga, har í millum at ráðgeva kommununum og interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF í starvsfólkamálum, sáttmálaspurningum og øðrum spurningum viðvíkjandi løn og setanarviðurskiftum hjá starvsfólkum á kommunala sáttmálaøkinum.

Tað verður væntað, at tú hevur vitan og innlit í bæði kommunumál og arbeiðsmarknaðarmál, ella at tú við tínum royndum, førleikum og eginleikum er før/ur fyri skjótt at seta seg inn í nevndu viðurskifti.

Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi, har tú viðhvørt skal vera før/ur at arbeiða undir einum ávísum trýsti.

Aðrar uppgávur

  • arbeiða við at styrkja kommunalu umsitingarnar við at gera felags vegleiðingar og mannagongdir m.a. um starvsfólka- og arbeiðsrættarlig viðurskifti
  • ráðgeva einstøku limakommununum í serstøkum málum
  • samskipa lønarlagið og samráðast við fakfeløg, sum virka á kommunala sáttmálaøkinum
  • umboða Kommunala Arbeiðsgevarafelagið/Kommunufelagið í arbeiðsbólkum
  • standa fyri skeiðvirksemi og mennandi tiltøkum av ymiskum slagi
  • samskifta við landsumsitingina, fakfeløg og aðrar áhugabólkar
  • savna og umsita vitan um kommunu- og arbeiðsrættarlig viðurskifti

Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.

Starvsroyndir frá miðfyrisiting, kommunala geiranum ella aðrar líknandi starvsroyndir eru ein fyrimunur.

Tú skal duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri kommunalum viðurskiftum sum heild. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða við ymiskum greiningum og skipan av hagtølum og øðrum.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Freist at søkja er 31. august.
Facebook viðmerking